Ukrainski herurin hevur nú tamarhald á einum øki av Russlandi á umleið túsund ferkilometrar.
Tað sigur ukrainski verjuovastin, Oleksandr Syrskyj, genaralur, sambært BBC.
Hetta verður staðfest eftir umfatandi ukrainska álopið inn í Russland, tað mest umfatandi síðani Russland leyp á Ukraina í februar 2022.
Ukraine heldur fram við sínum “álopssinnaða virksemi í Kursk-økinum”, sigur verjuovastin.
Kursk landsluturin liggur við vestara ukrainska markið. Álopið byrjaði fyri sjey døgum síðani, tá Ukraina sendi herdeildir inn í grannalandið.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at Russland hevur ført kríggj til onnur lond, og at tað tí eisini skal førast inn í Russland.
Russiski forsetin, Vladimir Putin, sær hinvegin álopið sum eina “stóra provikasjón”, og hevur givið russisku herdeildunum boð um at “sparka fíggindan úr okkara øki aftur”.
Í fleiri pørtum av landslutinum, eru íbúgvarnir bidnir um at fara úr heimum teirra av trygdarávum. Seinast vóru hesi boð galdandi fyri 59.000 persónar, skrivar Ritzau.
(Kort: BBC)
Guvernørurin í Kursk, Aleksej Smirnov, sigur sambært BBC, at umleið 28 minni býir eru “falnir” til ukreinsku herdeildirnar, at 12 sivilfólk hava latið lív, og at “støðan framvegis er avbjóðandi”.
Tað byrjaði við einum snarálopi farna týsdag, sum loyvdi Ukraina at taka seg umleið 30 kilometrar inn í russiskt øki.
Ein ónavngivin bretskur embætismaður sigur við BBC, at tað er vandi fyri, at ukrainska álopið kann føra til, at Russland endar við at tvífalda síni álop móti sivilfólki og undirstøðukervi í Ukraina.
Í gjár segði Vladimir Putin við eina statsliga russiska sjónvarpsstøð, at “megin uppgávan nú hjá verjumálaráðnum er, sjálvandi, at fáa fíggindan burturbeindan úr okkara økjum”, skrivar Ritzau.
Í morgun ljóðaði, at ukreinska verjan hevur skotið niður minst 30 russiskar álopsdronur í Ukraina. Eisini eru minst tvær álopsrakettir skotnar inn yvir Ukraina. Onki verður tó nevnt um skaða, deyð ella særd undir álopinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald