Ukrainsku myndugleikarnir eru stigvíst í ferð at fáa elskipanina í høvuðsstaðnum Kyiv í rættlag aftur, men framvegis eru milliónir av ukrainum, sum eru uttan streym í kjarvørrinum á mest umfatandi russisku loftálopunum undir krígnum, sum hevur verið í landinum seinastu níggju mánaðirnar.
Sambært ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, er ætlanin hjá russum at oyðileggja ukrainska orkuundirstøðukervið fyri síðani at brúka vetrartíðina sum eitt slag av hópdrápsvápni.
– Ukrainar fara ígjøgnum ræðulig ting. Tey royna at svølta okkum. Nú royna tey at taka okkum við myrkri og kulda, sigur ukrainski forsetin sambært Ritzau.
Hann leggur afturat, at ukrainar tó ikki lata seg kúga, men halda tey fram at stríðast ímóti russisku álopunum.
Í komandi viku hittast uttanríkisráðharrar í Nato-londunum í Rumenia at umrøða, hvussu tey kunnu hjálpa Ukraina at tryggja teirra orkuveiting.
Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari segði eisini í vikuni, at Nato ikki bert eigur at senda ukrainum vápn men eisini aðra útgerð, sum skal hjálpa teimum at klára seg í vetur.
– Bylgjur av russiskum rakettálopum móti sivilum býum og sivilum undirstøðukervi merkir, at ukrainar standa uttan hita, ljós og mat. Tað er ein ræðulig byrjan á veturin fyri Ukraina.
Jens Stoltenberg endurtók eisini, at Nato fer at stuðla Ukraina so leingi sum tað er neyðugt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald