
Ukrainar og teirra sameindu eru til klár til eina minst 30 daga langa vápnahvíld, skrivar ukrainski uttanríkismálaráðharrin, Andrij Sybiha á X.
Hann sigur, at tey eru til reiðar at fara undir eina fulla, treytaleysa vápnahvíld á landi, í luftini og á sjónum, sum kann byrja longu mánadagin.
– Um Russland góðtekur vápnahvíldina, og neyðugt eftirlit verður tryggjað, kann ein haldfør vápnahvíld (...) slóða fyri friðarsamráðingum.
Útsøgnin hjá Sybiha kemur sama dag, sum franski forsetin Emmanuel Macron, týski samveldiskanslarin Friedrich Merz, pólski forsætisráðharrin Donald Tusk, og bretski forsætisráðharrin Keir Starmer vitja í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv.
Saman hava teir tosað í telefon við amerikanska forsetan, Donald Trump, og sambært ukrainska uttanríkismálaráðharranum var talan um ein úrtøkumiklan telefonfund. Nærri verður ikki greitt frá fundinum, skrivar Ritzau.
Undan fundinum í Kyiv í dag segði týski samveldiskanslarin, at hann hevði góðar vónir um, at tað bar til at semjast ume ina vápnahvíld hetta vikuskiftið, og at tað fór at fáa álvarsligar avleiðingar fyri Russland, um landið ikki tók undir við einari vápnahvíld. Tekur Russland ikki undir við vápnahvíldini verða revitiltøkini móti Russlandi herd, og eisini verður økt um stuðulin til Ukraina.
Fríggjadagin segði talsfólk hjá russisku stjórnini, Dmitrij Peskov, at vestanlond skulu gevast at lata Ukraina hernaðarstuðul, áðrenn Russland fer at góðtaka eina fyribils vápnahvíld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald