Ukraina og USA fara at fundast í Sveis um at fáa ein enda á krígnum millum Ukraina og Russland, upplýsir formaðurin í ukrainska trygdarráðnum, Rustem Umerov á boðtænastuni Telegram.
– Vit fara undir samráðingar millum høgtstandandi embætisfólk úr Ukraina og USA um møguleikarnar fyri einari framtíðar friðaravtalu í Sveis, skrivar hann.
Hann leggur afturat, at Ukraina virðismetir, at USA luttekur og er sinnað at fara undir samráðingar.
Upprunaliga stóð í fráboðanini á Telegram, at evropeiskir samstarvsfelagar eisini fóru at luttaka, men tann parturin er síðani strikaður. Hvør orsøkin er til tað, verður einki sagt um, skrivar Ritzau.
Ukraina og Russland fingu herfyri eitt uppskot frá USA um eina møguliga friðarætlan. Partarnir hava til hósdagin í komandi viku at svara.
Les eisini: Miðlar: Hetta stendur í friðarætlanini hjá Trump
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj sigur m.a. um friðarætlanina, at Ukraina er í vanda fyri at missa frælsi og virðing.
Russiski forsetin, Vladimir Putin sigur, at ætlanin kann gerast grundarlagið undir einari friðaravtalu.
Frakland, Týskland og Stórabretland arbeiða sambært keldum við einum nýggjum uppskoti sum eitt mótsvar til uppskotið hjá USA.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald