Russland hevur í nátt framt eitt størri álop á ukrainska høvuðsstaðin Kyiv, boða ukrainskir myndugleikar frá.
Sambært Vitalij Klytjko, borgarstjóri í Kyiv, hava fýra fólk latið lív, og at 29 eru særd. Av teimum hava níggju fingið viðgerð á sjúkrahúsið, og hjá í minsta lagi einum teirra er støðan hættislig.
Eisini hava fleiri bygningar fingið skaða av eldi og niðurdotnum vrakpettum av dronum. Talan er m.a. um fleiri íbúðarbygningar, ein skúla, eina læknamiðstøð og fleiri bygningar hjá umsitingini í ymiskum pørtum av høvuðsstaðnum, skriva tíðindastovurnar Ritzau og Reuters.
Ein býarpartur misti atgongd til hita, og ávarað er eisini um, at órógv kann vera í el- og vatnveitingini.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj skrivar í morgun á sosiala miðilin X, at Russland hevur brúkt umleið 430 dronur og 18 rakettir í álopinum á fleiri ukrainskar landslutir í nátt.
Russland hevur eisini boðað frá ukrainskum loftálopum í nátt.
Upplýst verður, at ukrainskar dronur hava lopið á havnabýin Novorossijsk við Svartahavið.
Russiska uttanríkismálaráðið skrivar í morgun á boðtænastuna Telegram, at loftverjuskipanir í nátt hava oyðilagt 216 ukrainskar dronur. Ongar fráboðanir eru um fólkaskaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald