Uttanlands

Ukraina: Tjóðartingslimur og fleiri embætisfólk avdúkað í máli um mutur

Málið snýr seg um innkeyp av dronum fyri ovurprís

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-08-03 13:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Myndugleikarnir í Ukraina hava avdúkað eitt umfatandi mál um mutur í sambandi við innkeyp av dronum, sum verða nýttar at órógva signal hjá fíggindanum.

Dronurnar eru keyptar fyri ov høgan prís, og yvirskotið er farið beint í lummarnar hjá fleiri persónum, sum nú eru skuldsettir í málinum.

Sambært Ritzau eru fýra persónar handtikinir.

Millum teir, sum eru avdúkaðir í málinum, er ein tjóðartingslimur, tvey embætisfólk og limir í tjóðarhirðuni. Eingin persónur er tó nevndur við navni.

Endamálið var at gera sáttmálar millum statin og veitingarfyritøkur fyri ein ov høgan prís. Tey, sum vóru innblandað í málinum, hava síðani fingið samsýning á upp til 30 prosent av upphæddini, sum stóð í sáttmálanum.

Hvussu stórar upphæddir talan er um er ógreitt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder