
Trý fólk hava í gjár latið lív í einum russiskum álopi í ukrainska Zaporizjzja-landslutinum, boððai guvernørurin í økinum, Іvan Fedorov, frá í nátt.
Álopið varð framt í býnum Stepnohirsk, har privatir bústaðir vórðu oyðilagdir.
Russland boðar í morgun frá, at ukrainar í nátt hava lopið á flutnings- og orkuundirstøðukervi í Volgograd-landslutinum.
Ein elkaðal hevur fingið skaða, og eldur kyknaði í einum bygningi á einari jarnbreytarstøð. Hetta hevði við sær seinkingar í tok- og flogferðsluni.
Russiska verjumálaráðið sigur, sambært Reuters, at russiski herurin í nátt hevur skotið niður 61 ukrainskar dronur, harav seks í Volgograd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald