Uttanlands

Ukraina vil hava 1.200 herfólk leyslatin áðrenn jól

Í løtuni verður nýtt fangabýti millum Russland og Ukraina fyrireikað

Rustem Umerov sum stendur á odda fyri ukrainska trygdarráðnum, sigur, at ætlanin er fáa 1.200 herfólk leyslatin úr russiskum fongslum áðrenn jól (Mynd: EPA)

Rustem Umerov sum stendur á odda fyri ukrainska trygdarráðnum, sigur, at ætlanin er fáa 1.200 herfólk leyslatin úr russiskum fongslum áðrenn jól (Mynd: EPA)

2025-11-16 14:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ukraina og Russland fyrireika seg til at taka uppaftur fangabýti millum londini, boðar fyrrverandi ukrainski verjumálaráðharrin, Rustem Umerov frá á boðtænastuni Telegram.

Síðan kríggið í Ukraina brast á í februar 2022 hava Russland og Ukraina fleiri ferðir býtt um fangar. Tað er eitt av fáu økjunum, har londini hava samstarvað undir krígnum, men nú eru fleiri mánaðir síðan seinasta fangabýtið.

Málið er, sambært Umerov, sum nú stendur á odda fyri ukrainska trygdarráðnum, at fáa 1.200 ukrainsk herfólk heim úr russiskum fongslum áðrenn jól.

Seinastu dagar hava samráðingar verið millum Ukraina og Russland, har Turkaland og Sameindu Arabisku Emiratini hava meklað, skrivar Ritzau.

Seinastu fangabýtini millum Ukraina og Russland komu í lag, eftir at umboð fyri londini høvdu fundast í turkiska stórbýnum Istanbul í mai og juni. Síðan tá er tó lítið hent á hesum økinum.

Allar royndir at fáa eina semju um friðaravtalu millum Russland og Ukraina hava verið miseydnaðar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder