Ukraina heitir á Mongolia um at handtaka russiska forsetan Vladimir Putin, tá hann eftir ætlan vitjar landið týsdagin.
Orsøkin er, at Altjóða Revsidómstólurin í Haag, ICC í mars í fjør kom við boðum um, at Putin skuldi handtakast fyri krígsbrotsverk, sum eru framd undir krígnum í Ukraina.
Mongolia er limur í ICC og kann tí handtaka Putin, um hann kemur til landið.
– Frá ukrainskari síðu vóna vit, at stjórnin í Mongolia er tilvitað um, at Vladimir Putin er krígsbrotsmaður, sigur ukrainska uttanríkismálaráðið, sum vónar, at Mongolia ger eftir boðunum frá ICC.
Dmitrij Peskov, talsfólk hjá russisku stjórnini segði í fjør, at handtøkuboðini vóru skammilig, og vísti hann á, at Russland ikki er limur í ICC og viðurkennir sostatt ikki dómstólin.
Peskov sigur nú, sambært Ritzau, at tey í Russlandi ikki stúra fyri, at Putin verður handtikin.
– Vit stúra ikki. Vit hava gott samskifti við vinir okkara í Mongolia, sigur hann og leggur afturat, at vitjanin er lagt væl til rættis.
Vitjanin hjá Putin í Mongolia verður fyrsta vitjanin hjá russiska forsetanum í einum ICC-landi, síðan boð vórðu givin um at handtaka hann.
Orsøkin til handtøkuboðini er, at Russland sambært ICC ólógliga hevur flutt ukrainsk børn til Russlands. Russiska stjórnin sigur, at talan er um foreldraleys børn, sum verða flutt úr krígsøkjum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald