
Í nátt hevur Russland sent 267 dronur yvir Ukraina, og talan er um eitt metstórt álop, skrivar Yurii Ihnat, talsfólk hjá ukrainska flogherinum á Facebook.
Av teimum 267 dronunum vórðu 138 skotnar niður av Ukrainsku loftverjuni, meðan 119 hvurvu av radarunum uttan at elva til skaða.
Fleiri øki, harímillum Kyiv vórðu rakt í álopinum.
Eisini verður boðað frá einum russiskum rakettálopi í gjár, sum kravdi eitt mannalív og særdi fimm fólk í býnum Kryvyj Rih.
Russiska verjumálaráðið upplýsir, at 20 ukrainskar dronur vórðu sendar yvri Russland í nátt, og at allar vórðu "oyðilagdar", skrivar Ritzau.
Í morgin eru júst trý ár liðin, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina 24. februar 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald