Týskland hevur nú sent út handtøkuboð móti einum ukrainskum kavara, sum er undir illgruna fyri spreingingarnar á Nord Stream 1 og 2 gassleiðingunum í 2022.
Tað var í september 2022, at fýra lekar komu á gassleiðingarnar, sum førdu gass úr Russlandi til Týskland eftir havbotninum í Eystrasalti.
Ein ukrainskur kavari, sum er undir illgruna fyri at hava verið við til at leggja spreingingarnar, er nú eftirlýstur í Týsklandi. Tað skriva fleiri týskir miðlar.
Seinasti kendi bústaðurin hjá manninum er í Polandi, man haðani verður upplýst, at maðurin er fluttur aftur til Ukraina.
Sambært týsku løgregluni var hann saman við fleiri øðrum við til at leggja spreingiløðingarnar á leiðingarnar.
Tveir aðrir ukrainskir kavarar, ein maður og ein kvinna, eru eisini undir illgruna. Men sambært miðlunum, eru tey ikki eftirlýst enn.
Tey hava havt eina kavarafyritøku saman við eftirlýsta manninum.
Tey trý eru millum tey fimm fólkini, sum verða hildin at standa fyri yvirgangsatsóknini. Tey vóru umborð á einum seglbáti, sum fór út á Eystrasalt 6. september 2022.
Tað var eitt myndatól, sum skrásetir ferð á einum høvuðsvegi á týsku oynni Rügen, sum avdúkaði mannin, sum nú er eftirlýstur.
Týski ákærumyndugleikin hevur ikki váttað tíðindini, men miðlarnir Süddeutsche Zeitung, Die Zeit og ARD skriva um málið frá ónavngivnum keldum.
Týskland bað pólskar myndugleikar um at handtaka kavaran í juni mánaði. Hetta er váttað í Polandi. Men tað eydnaðist manninum at rýma úr Polandi áðrenn tað eydnaðist at handtaka mannin.
Vesturlond hava leingi víst á, at tað vóru russar, sum stóðu fyri spreingingunum, meðan Russland hinvegin legði skuldina yvir á vesturlond og Ukraina.
Nógv kring hendingarnar er framvegis ógreitt. Radiosamskifti hevur avdúkað, at eisini skip hjá russiska herflotanum vóru í økinum fleiri ferðir innan spreingingarnar.
Myndugleikarnir í bæði Svøríki og Danmark eru givnir við at kanna málið, men krimnalløgreglan í Týsklandi hevur hildið fram við at finna fram til tey seku.
Spreingingarnar hendu á næstan 80 metra dýpi í altjóða sjógvi, men innan fyri búskaparøkini hjá Svøríki og Danmark, skrivar finska kringvarpið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald