Ukrainskar herdeildir hava nú flutt seg umleið 30 kilometrar inn í Russland.
Sambært russiskum myndugleikum hava russiskar herdeildir lopið á ukrainskar nærindis býunum Tolpino og Obshchy Kolodez, sum eru ávikavist 25 og 30 kilometrar frá markinum millum Russland og Ukraina.
Marija Zakharova, talsfólk hjá russiska uttanríkismálaráðnum leggur í hesum sambandi ukrainar undir at "hótta friðarliga fólkið í Russlandi", skrivar Ritzau.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj váttar, at ukrainar eru farnir inn í Kursk-landslutin. Hann sigur, at Russland í summar hevur framt nærum 2000 álop úr Kursk á ukrainska Sumy-landslutin, og at álopini hjá ukrainum eru eitt aftursvar.
Í farnu viku vórðu í minsta lagi 76.000 fólk flutt burtur í Kursk, og russiskir myndugleikar flyta nú eisini fólk úr pørtum av Belgorod-landslutinum.
Sambært Reuters er talan um størsta ukrainska álopið á sjálstøðugt russiskt øki, síðan kríggið byrjaði í februar 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald