Innanlands

Ukrainski flokkurin í Eysturskúlanum vitjaði býráðssalin

Summi teirra byrja spakuliga at skilja og tosa føroyskt. Sum partur av undirvísingini vóru lærararir við teimum í býráðssalinum í dag

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2023-05-12 13:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ukrainsku børnini í Eysturskúlanum eru í aldri frá fyrsta til níggjunda flokk. Summi teirra byrja spakuliga at skilja og tosa føroyskt. Sum partur av undirvísingini vóru lærararir við teimum í býráðssalinum í dag at hoyra um, hvussu eitt demokratiskt skipað býráð virkar í praksis.

Í dag búgva nógvir ukrainar í Føroyum, eisini nógv børn. Tórshavnar Kvøldskúli hevur í fleiri ár skipað fyri skeiðum í føroyskum sum annaðmál, ið er ætlað tilflytarum. Í alt er talan um seks flokkar, tríggjar í Havn og tveir í Sørvági, umframt ein fyri flóttafólk úr Ukraina.

Haraftrat eru nú tveir móttøkuflokkar, annar nýggjur flokkur fyri børn úr Ukraina, og hin fyri børn úr øðrum londum, sum ganga í framhaldsdeild.

Eysturskúlin beyð seg eisini til at skipa fyri einum móttøkuflokki fyri ukrainsk børn. Lærarar og onnur sjálvboðin gera eitt megnar arbeiði at syrgja fyri, at børnini fáa eina góða móttøku og kenna seg væl í Eysturskúlanum.

Á myndini eru nøkur av børnunum saman við føroysku og ukrainska lærararanum, sum eisini undirvísir børnunum.

Børnini lótu væl at. Tey trívast væl í Føroyum og eru væl nøgd við umstøðurnar. Onkur av størru dreingjunum ivaðist í, um hann nakrantíð fór heimaftur og bað tí um góð ráð fyri, hvussu hann sum vaksin kundi gerast borgarstjóri. Hann fekk eisini eina frágreiðing.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder