
Ein stjórnarbygningur í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv varð tíðliga í morgun raktur í einum russiskum loftálopi.
Takið og ovastu hæddirnar av bygninginum, sum hýsa ráðharrum, eru rakt, upplýsir ukrainski forsætisráðharrin, Julija Svyrydenko.
Sambært forsætisráðharranum, er hetta fyrstu ferð, at ukrainski stjórnarbygningurin er blivin álopið undir krígnum.
Ukrainska loftverjan sigur, sambært Ritzau, at hetta er higartil ógvusligasta russiska loftálopð á Ukraina undir hesum krígnum.
Upplýst verður, at 805 dronur og 13 rakettir vórðu sendar yvir Ukraina í nátt. 751 dronur og fýra rakettir vórðu tó skotnar niður av ukrainsku loftverjuni.
Sambært ukrainskum myndudgeikum hava í minsta lagi trý fólk latið lív í álopinum í nátt, og 18 fólk eru særd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald