Innanlands

Ulla Joensen heldur fram sum forkvinna í KT-felagnum

Øll nevndin varð afturvald, og stjórin á Elektron heldur fram sum forkvinna

Ulla Joensen, stjóri í Elektron, heldur fram sum forkvinna í KT-felagnum (Mynd: Elektron)

Ulla Joensen, stjóri í Elektron, heldur fram sum forkvinna í KT-felagnum (Mynd: Elektron)

2019-03-11 18:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

KT-felagið hevði í farnu viku aðalfund, har Ulla Joensen (Elektron) og Fróði Magnussen (Formula) stóðu fyri vali, umframt at Júst í Túni Vang (Nema) sum tiltakslimur.

Øll vórðu afturvald.

Í nevndini sita eisini Jan Ziskasen úr Føroya Tele, Snæbjørn B. Jacobsen frá Stýr, og Ólavur Ellefsen frá Tøkni.

Nevndin er sostatt tann sama og skipaði seg á sama hátt við Ullu Joensen sum forkvinnu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder