Mentan

Ulrich Thomsen í Filmsfelagnum

Mikukvøldið 31. mars verður filmurin "Gutterbee" á skránni, sum Ulrich Thomsen, høvuðsleikari í Trom, hevur skrivað og leikstjórnað – Hann kemur sjálvur at innleiða filmin

Ulrich Thomsen

Ulrich Thomsen

2021-03-23 21:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ulrich Thomsen, sum er Hannis Martinson í sjónvarpsrøðini Trom, hevur skrivað og leikstjórnað ”Gutterbee”, sum hann sjálvur fer at innleiða í Filmsfelagnum mikukvølið fyri páskir 31. mars.

Aftaná sýningina, sum er í Havnar Bio mikukvøldið kl 20, verður Q&A, har Ulrich Thomsen svarar spurningum.

”Gutterbee” er um Mike, sum í vónloysinum á bygd í Amerika er sannførdur um, hann aldrin er sloppin at gera nakað, sum hann dugir og fult út hevur hug til. 

Men eftir at hava møtt týska pylsumakaranum Edward, kennir Mike á sær, at nú er eydnan so mikið við honum, at amerikanski dreymurin er beint um hornið.

Teir ganga saman um eina matstovu við frankfurtarapylsum á matskránni.

[object Object]

Pylsumatstovan skal vera í bygdini Gutterbee, har hin sterkasti kúrekin heldur vil hava amerikanskan hotdog.

Sjeriffurin, Jimmy, heldur fast við, at Gutterbee er fyri hvítar amerikanarar, og staðurin skal ikki spillast av týskum frankfurtarum.

Hetta er annar filmur, sum hin vællýddi danski filmsleikarin Ulrich Thomsen, ið er vegani burturav, hevur skrivað og leikstjórnað. Hin fyrri var ”In Embryo”.

– Filmsfelagið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder