Innanlands

Um 500 næmingar og lærlingar byrjaðir á Glasi

320 byrjaðu á gymnasialum miðnámi, 146 á yrkisnámi, 37 á hægri námi og 8 á serbreytini

2024-08-15 10:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í hesi vikuni byrjaði virksemið á Glasi aftur eftir summarfrítíðina. Fyrsti skúladagur var í gjár, har gott og væl 500 næmingar og lærlingar høvdu teirra fyrsta skúladag.

320 næmingar byrjaðu á gymnasialum miðnámi á einari av teimum fimm breytunum, sum eru búskaparbreyt, hugbreyt, náttúrubreyt, fyrireikingarbreyt og skapandi fyrireikingarbreyt.

146 næmingar og lærlingar byrjaðu á einari av breytunum á yrkisnámi, sum eru bilbreyt, elbreyt, smiðju- og maskinbreyt, timburbreyt, hárbreyt, tilvirki og FHS.

Átta næmingar byrjaðu eisini á serbreytini á Glasi.

Á hægri námi byrja tilsamans 37 at lesa marknaðarførslubúskap og nýggju professiónbachelor útbúgvingina ‘altjóða handil og marknaðarførsla’. Á hægri námi eru eisini parttíðarútbúgvingar, og her byrja yvir 50 lesandi tað komandi skúlaárið.

Í sambandi við fyrsta skúladag varð sangurin Ró hjá Martini Joensen sungin fleirræddað. Anna Sofía Mellemgaard og Laila av Reyni stílaðu fyri. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder