Mentan

Um neyðarkallið hjá 6 ára gomlu Hind

Filmsfelagið vísir dokumentariskt meistaraverk um eina einstaka krígshending í Gaza

2026-01-29 12:47 Author image
Innsent
placeholder

Tunesiski filmurin um seks ára gomlu Hind Rajab er Oscaruppskotið úr norðurafrikanska landinum, sum vann Silvurljónið í Venezia. Spælifilmurin, ið tók øll á bóli, byggir á veruligu hendingarnar, sum lítla gentan var fyri hin 29. januar í 2024. 

Sigrið Zachariasen, dagligur leiðari í Reyða Krossi, fer at innleiða sýningina av filminum, sum Filmsfelagið vísir í Havnar Bio mikukvøldið. 

[object Object]

Tá telefonin hjá sjálvbodnum í neyðhjálparfelagsskapinum, Reyða Hálvmána, ringir og neyðstadda seks ára gamla Hind, sum er í hinum endanum, eydnast at greiða frá, at hon liggur undir bilinum, sum IDF-hermenn skjóta eftir í Gaza, byrjar ein kapprenning við tíðina. 

Hjálparfólkini royna av øllum alvi at fáa ein sjúkrabil til gentuna, innan ov seint er. 

Filmurin, ið hevur skakað allan heimin, byggir á veruligu telefonsamrøðuna við Hind Rajab, sum vardi 70 minuttir, meðan fólkini frá Reyða Hálvmána eru sjónleikarar. 

Tunesiski filmurin vann áskoðaravirðislønina á altjóða filmstevnuni í San Sebastián.

Í seks stjørnaðum ummæli sigur danski ummælarin hjá Soundvenue: “Vit sótu umleið 1.400 fólk og grótu frá byrjan til enda. Ein kann ikki, vil ikki ella má ikki gloyma syrgiliga filmin um neyðarkallið hjá seks ára gomlu Hind Rajab. Ein filmur, ið ein ynskir ongantíð hevði havt orsøk til at verið til, men sum eg ongantíð havi hug at sleppa aftur.”

Eins nógvar stjørnur gav ummælarin hjá danska filmstíðarritinum Ekko: “Lýsingin hjá Kaouther Ben Hania av lagnuni hjá lítlu gentuni í Gaza er eitt dramadokumentariskt meistaraverk, sum er borið av vreiði, viljastyrki og heilt serligum frásagnarevnum.”

Filmurin verður sýndur í upprunaversjón við arabiskari og enskari talu og donskum undirteksti.

”Røddin hjá Hind Rajab” verður vístur í Havnar Bio mikudagin 4. februar kl. 20 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder