
Góða veðrið, sum vit uppliva í dag kring alt landið, verður ikki liggjandi. Um vikuskiftið og í komandi viku verður kaldari.
Veðurstova Landsins skrivar í dag, at vit liggja undir einum hátrýstið, sum hevur givið okkum sól og hita um 13 til 15 stig í fleiri døgum.
- Tað byrjaði fyri nørkum døgum síðan við gráligum veðri, skýggjað og mjørki í støðum, men í dag er klárt kring alt landið. Á myndum, tiknar úr fylgisveinum, síggjast eingi skýggj, bert frostrípur eftir flogførum langt uppi.
Leygarkvøldið fer hátrýstið at liggja við Eysturgrønland, meðan køld luft fer at streyma ímóti Føroyum av útnyrðingi (Mynd: Veðurstova Føroya)
Teir næstu dagarnar fer hátrýstið vestureftir, og fer at leggja seg við Eysturgrønland. Hetta merkir, at vit fara at fáa eitt kaldari luftrák ímóti Føroyum av útnyrðingi og norði.
Veðurstovan skrivar, at tá kann væntast ælaveður við bæði regni og vátakava, og at hitin fer niður móti frostmarkinum.
Kalda veðrið heldur fram í næstu viku, men tað verður ikki nógvur vindur og heldur ikki serliga nógv kavaæl, skrivar veður.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald