2019-01-25 12:29
Tá fólk komu til arbeiðis á Glasi í morgun varnaðust tey, at umfatandi herverk var gjørt á skúlan.
- Vit fingu eina fráboðan frá starvsfólkunum, at herverk var framt har um náttina. Ein stórur rútur var brotin og málað var á fleiri aðrar, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Løgreglan hevur verið á staðnum og ger kanningar í málinum. Eitt nú eru fólk avhoyrd í málinum, men enn er ikki gjørligt at siga nakað um hvør hevur gjørt herverkið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald