
Einaferð í nátt fekk kom fráboðan til løgregluna um, at herverk varð framt á fleiri støðum í Miðvági.
Heimasíðan jn.fo skrivar, at rútar vórðu brotnir í BankNordik, Betri banka, Magn og í MB-húsinum.
Á jn.fo síggjast eisini fleiri myndir - frá øllum støðunum
Løgreglan á staðnum og hvítt fyri brotna rútin (Mynd: jn.fo)
Eitt fólk varð handtikið men løgreglan hevur sterkan illgruna um, at viðkomandi ikki hevur verið einsamallur - ella einsamøll um herverkið. Harvið verður málið kannað víðari nú.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald