Uttanlands

Umfatandi sparingar í Danmarks Radio: Fleiri rásir spardar burtur

375-400 fólk verða send til hús, tríggjar sjónvarpsrásir og tríggjar útvarpsrásir verða latnar aftur næstu fýra árini

(Mynd: DR)

(Mynd: DR)

2018-09-18 09:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Danmarks Radio hevur skrivað undir nýggja public service-avtalu við mentamálaráðharran, Mette Bock, og tað hevur við sær umfatandi sparingar á stovninum.

Politiskt er avgjørt, at stovnurin í seinasta lagi 2023 skal verða minkaður 20 prosent fíggjarliga, tað vil siga 773 milliónir krónur, og í morgun kunngjørdi stovnurin hvussu sparitiltøkini fara at raka.

Sjónvarpsrásirnar DR 1 og Ramasjang halda fram sum áður, men DR K og DR 2 verða lagdar saman í eitt nýtt DR 2 við fokus á samfelag og mentan. Størri fokus verður sett á netið, og frá 2020 at roknað verða ungdómsrásin DR 3 og rásin fyri eldri børn, DR Ultra, bara tøkar á netinum.

Á útvarpspartinum verður eisini størri fokus á netið, og har verður farið úr átta til fimm rásir.

Minkað verður um bygnaðin og leiðsluna umframt, at 375-400 fólk verða søgd úr starvi. Tá allar sparingarnar eru komnar í gildi í 2021 sparir hetta umfarið DR 420 milliónir árliga, skrivar stovnurin í tíðindaskrivi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder