Uttanlands

Umhugsa at lata Nuuk upp aftur

Eingin nýggjur koronatilburður hevur verið staðfestur í økinum síðan mars, og verða skúlar í grønlendska høvuðsstaðnum møguliga latnir upp aftur í komandi viku, sigur Kim Kielsen

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2020-04-13 19:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu royndirnar, sum eru tiknar í Grønlandi hava verið negativar, og sostatt er eingin staðfestur smittaður í Grønlandi síðan mars.

– Vit hava kannað fleiri enn 900 fólk og hava ongar nýggjar tilburðir av COVID-19 sæð. Vit hava brúkt páskirnar at kanna, hvar tey, sum vórðu smittað, vórðu smittað. Seinasti persónurin, sum varð smittaður lokalt varð kannaður í endanum av mars, upplýsir landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen sambært grønlendska miðlinum Sermitsiaq.

Kim Kielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi, sigur, at tey hava ætlan um spakuliga at lata skúlar í Nuuk upp aftur í næstum.

– Síggja vit ongan nýggjan tilburð í Nuuk, fara vit spakuliga at lata skúlarnar upp um eina viku. Nuuk fær tey somu tilmælini sum restin av fjørðinum, at í mesta lagi 100 fólk skulu savnast, sigur hann og leggur afturat, at myndugleikarnir framhaldandi mæla fólk til at arbeiða heimanifrá, um tað ber til.

– Á tí økinum hava vit enn einki broytt. Tað tilmælið er framvegis galdandi til 1. mai, sigur landsstýrisformaðurin, sum eisini ger greitt, at øll tilmælini enn skulu fylgjast fyri at minka um smittuvandan.

Higartil hava 11 fólk fingið staðfest COVID-19 í Grønlandi, og øll eru tey vorðin frísk aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder