2019-06-12 11:26
Umhvørvisvika er á Tvøroyri hesa vikuna og mangt er á skránni, ið alt hevur tað til felags, at umhvørvið er á breddanum.
Lagt varð fyri í dag, tá børnini í barnagarðinum og dagrøktini grilla, hugna sær og tosa um umhvørvið. Hetta gongur fyri seg á økinum við barnagarðin í Trongisvági og Tróndur Enni og Lív Næs leggja eisini leiðina framvið og syngja fyri børnunum.
Eisini verður foreldrakaffi á stovninum og lata tey heilsa, at foreldrini skulu sjálvi hava krúss við. Plastikkbikør verða ikki nýtt á barnagarðinum longur.
Mangt og hvat á skránni og fara kommunan fer at at greiða nærri frá tiltøkunum komandi dagarnir, skrivar Tvøroyrar kommuna á heimasíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald