2022-04-28 08:02
Leygardagin 30. apríl byrjar umhvørvisvikan í Tórshavnar kommunu.
Høvuðsevnið í ár er matoyðsl, og nógv er á skránni. Millum annað ber til at uppliva staðbundnan matmarknað, gongutúr innangarðs á Velbastað, útferð út í Hest, fyrilestrar, íverksetarakafé, og umhvørvisveiðu.
Umhvørvisvikan er frá leygardag 30. apríl til leygardag 7. mai.
Øll skráin fyri umhvørvisvikuna sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald