Mentan

Umhvørvisvikan í Filmsfelagnum

Filmurin “The End” hjá Joshua Oppenheimer er ein menniskjaligur sangleikur í eini dystopiskari framtíð

2025-05-01 17:07 Author image
Innsent
placeholder

Í umhvørvisvikuni hjá Tórshavnar kommunu vísir Filmsfelagið nýggja altjóða filmin hjá Joshua Oppenheimer, sum á enskum er upptikin í Írlandi. Amerikanski leikstjórin, sum býr í Danmark, er tvær ferðir fyrr Oscartilnevndur.

Kristianna Winther Poulsen fer at innleiða sýningina, sum er ókeypis, og verður í Havnar Bio mikukvøldið 7. mai kl 20.

“The End” er um eitt múgvandi húski, sum leingi hevur búð undir jørð í einum saltnámi. Men so kemur ein fremmand genta.

Filmurin, ið er ein nemandi og djúpt menniskjansligur sangleikur í eini dystopiskari framtíð, setir sær fyri at lýsa nøkur av seinastu fólkunum, ið til eru.

Tá filmurin tekur við, eru fimmogtjúgu ár liðin síðan eina stóra umhvørvisvanlukku, ið elvdi til, at ikki ber til at búgva á jørðini, soleiðis sum vit kenna hana dag.

Húskið, sum filmurin “The End” lýsir, er byrgt inni í einum skýli, ið er sum ein undirjørðiskur bunkari. Her royna mamman, pápin og sonurin at síggja og halda fast í eini vón, og at koma gjøgnum dagin við gerandisligum ritualum og virksemi.

[object Object]

Men so kemur ein genta og vendir øllum á høvdið.

Góðtrúni sonurin, sum aldri hevur verið úti og sæð heimin, er hugtikin av nýggja persóninum, ið er komin inn til teirra. Nú tykist sum tey varisligu bond av vón og bjartskygni, ið hava knýtt sterku familjuna saman, vikna og fána burtur.

Joshua Oppenheimer, sum bleiv kendur við heimildarfilminum úr Indonesia, “The Act of Killing” (2012), hevur skrivað handritið saman við danska Rasmusi Heisterberg, ið fyrr hevur skrivað handrit til filmar sum “En kongelig affære” (2012), “Fasandræberne” (2014) og “Män som hatar kvinnor” (2009).

Í høvuðsleiklutunum eru Oscarvinnarin, Tilda Swinton, sum just hevur fingið persónliga virðisløn í Berlin, Michael Shannon, kendur frá “The Shape of Water”, George MacKay, vit kenna frá “1917” og Moses Ingram, sum var við í “The Queen’s Gambit”.

Hóast sýningin er ókeypis, er neyðugt at velja pláss til sýningina. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder