Innanlands

Ummælari: KOKS varðveitir sína stjørnu

Í dag verða Michelin-stjørnurnar givnar

2019-02-18 10:40 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í kvøld verða ársins Michelin-stjørnur givnar. At fáa Michelin-stjørnur er eitt av tí størsta ein matstova og tey sum arbeiða har kunnu uppnáa.

Í Føroyum hava vit eina Michelin-stjørnu. Tað er KOKS, sum fekk eina í fjør.

Og gongur tað sum danski matserfrøðingurin Svend Rasmussen væntar, so heldur KOKS fast um sína einu stjørnu. KOKS er flutt í nýggj høli, og sambært Svend Rasmussen er hetta nakað, sum fyrr hevur gjørt, at matstovur hava mist stjørnu.

- Vit vita, at matummælararnir (hjá Michelin-guide, red.) hata alt, sum kann geva órógv og kann skapa ivamál um áhaldni. Og tað hevur fyrr kosta stjørnur, tá ein matstova flytur, sigur Svend Ramussen við TV2.

At KOKS hevur flutt í nýggj høli, fer tó ikki at ávirka, sigur Svend Rasmussen.

- Tað er so langt síðani at KOKS flutti í nýggj høli, at tað ikki eigur at fáa avleiðingar, sigur Svend Rasmussen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder