Mentan

Ummæli av bókini “Heimsins Nalvi”

- Føroyskur uttanríkispolitikkur i meir enn eina fjórðings øld

Sendistovan í Brússel (Savnsmynd: Ingi Samuelsen)

Sendistovan í Brússel (Savnsmynd: Ingi Samuelsen)

2025-03-31 20:28 Author image
Innsent / Johan Dahl
placeholder

Sum eygleiðari og virkin politikari havi eg í mong  ár fylgt við og sjálvur verið partur av tí gongd, sum hendan bókin lýsir.

Eg kenni nógv av  søguligu frágreiðingunum i bókini aftur, ikki bara sum lesari, men sum luttakari og vitni.

"Heimsins Nalvi" er eitt áhugavert og neyvt rit, ið megnar at fáa fram kjarnuna í føroyskum uttanríkispolitikki gjøgnum meir enn eina fjórðingsøld – eitt tíðarskeið, sum hevur verið fyri stórum broytingum og har vit hava tikið stór fet fram á leið, bæði hvat uttanríkispolitiskari ábyrgd og sjálvsræði víðvikur.

Bókin er ikki bara eitt áhugavert savn av greinum; hon er eitt politiskt skjal, ið á skilagóðan hátt lýsir, hvaðani vit koma, hvar vit eru, og hvagar vit kunnu fara sum land við áhaldandi vaksandi ábyrgd og vilja til at standa á egnum beinum í altjóða samfelagnum.

Bókin minnir okkum eisini á, hvussu ofta tað hava verið stórar søguligar hendingar - kríggj, kreppur og geopolitisk broyting - sum hava skapt gluggar fyri føroyskum áhugamálum. Og tá vit hava torað at tikið stigið, hava vit eisini flutt mørk - fram kemur tann i hóvliga fer, sigur orðatakið, og tað haldi eg vit hava dugað higartil.

Eg eri fegin um, at bókin ger nógv burtur úr at lýsa, hvussu virðismikið tað hevur verið, tá føroyskir politikarar og embætisfólk hava havt dirvi og víðskygni at fremja okkara egnu politisku strategiir. Hóast mótstøðu, bæði uttanifrá og innlendis, so hevur eydnast at koma væl fram á leið, her hugsi eg serliga frá seinna heimsbardaga og frameftir, har stór stig eru tikin so sum Heimastýrislógin, Sjómarkið, Fiskivnnnuavtalan við Rusland 1977, Landgrunnssamráðingarnar, Bygnaðarbroytingarnar mitt í 90,unum, uttanrikispolitisku heimildarlógirnar, makrelstríðið við ES  osfr.

Tað eru júst hesi stóru politisku mál, sum hava lagt lunnar undir tær strukturellu broytingarnar, vit síggja í dag: altjóða fiskivinnusamráðingar, handilssamráðingar, verjusamstarvsluttøka, sendistovur, felagsskapir og diplomatisku tilveru okkara sum tjóð uttan at verða fullveldi, men partur av ríkisfelagskapinum.

"Heimsins Nalvi" er eitt bókaverk, sum eigur at vera kravlesnaður fyri øll, sum hava áhuga fyri føroyskari sjálvsfatan, framtíðarstrategi og uttanríkispolitiskum møguleikum. Sum politikari haldi eg, at hetta bókaverk, bæði styrkir okkara samleika og gevur íblástur til framtíðar politiskar hugsanir og setan av politiskari kós.

Tað er mín vón, at hetta ikki verður eitt rit, sum vit bara kunnu brúka til søguliga nýtslu, men eisini ein kveikjari til kjak um, hvussu vit taka næstu fetini sum land viðvíkjandi altjóða sjónarmiðum, hugburði o.a.

Johan Dahl
løgtingsmaður og fyrrverandi landsstýrismaður í vinnumálum og fiskivinnumálum

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder