Mentan

Ummæli: Kvøða til okkara heilsuverk

Aftur treiv Kemm Poulsen í pennin og Dánial Gomez legði tónan

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-04-12 11:44 Author image
Fríðálvur A. Jensen
placeholder

Tað góða við tónleikinum er, at vit kunnu leggja okkara innaru kenslur í tað, vit vilja hava fram, so tað lættliga kann náa fólkið, og aftur her má eg siga, at høvundurin rakti plett.

Enn ein kensla av erligum og inniligum orðum, fær okkum at bera okkara fantastiska heilsuverki eina hjartans tøkk.

Eingin ivi er um, at Kemm eisini sjálvur vil bera sína persónligu tøkk, nú hann hevur sínar avbjóðingar.

Aftur her merki eg hesa samanrenningina millum tað persónliga og mentanarliga, sum ger meg forvitnan og søkjandi. Ofta kann tað tykjast trupult at geva tað rósandi orðið, men við lagnum “Kvøða til heilsuverkið” merki eg hesa innarligu erligheitina, sum vit øll kunnu takka játtandi til. Aftur her riggar hetta samanspælið millum tekst og tónleikaliga avrikið, so hiðandi kann eg bara nikka í tøkk – og tummilin upp.

Tað góða við góðum teksti er, at ein fær hesa kensluna av nærlagni, sum eg tími væl at leggja oyrað til og fáa nakað úr. At Dánial so eisini dugir at seta tónan til, so hesin ikki køvir tekstin, hevur hetta eisini riggað væl og merki eitt gott samstarv millum teir báðar.

Kim Hansen hevur eisini miksað lagið væl saman, so mín og okkara uppliving skal fella væl í oyrað.

Eg hevði viljað, at tað kom meira takksemi og nakað gott úr tí, sum vit í hesum døgum hava verið vitni til. Hetta lagið “Kvøða til heilsuverkið “er so sanniliga eitt gott boð, men kanska átti tónleikurin at komið meira við, tá brúk er fyri at fáa góða boðskapin út. Vit eiga góðar teksthøvundar og tónleikarar, sum júst á henda hátt kunnu fáa hesa samanrenningina upp í eina hægri eind.

Her skal ikki gevast nakað stjørnudryss, men eg kann bara taka undir og senda okkara heilsuverk eina hjartans tøkk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder