Ætlanin er at dagføra gomlu læknahúsini, Guluhús í Klaksvík, so umsitingin í Klaksvíkar sjúkrahúsi kann flyta inn har.
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum í svari til fyrispurning hjá Beintu Løwe, tingkvinnu fyri Tjóðveldi.
Beinta Løwe vísti á, at gomlu læknahúsini eru í ringum standi, og hóast nógv hevur verið tosað um, hvat húsini skulu brúkast til, er kortini einki hent í málinum. Tí vildi hon hava at vita, hvørjar ætlanir vóru við húsunum, og hvussu nógvur peningur er settur av á fíggjarlógini til húsini.
Húsini, sum vórðu bygd í 1923, kunnu verða sett í stand og síðani verða væl egnað til fyrisiting, heldur landsstýrismaðurin.
– Talan er um at útvega 10 skrivstovupláss, fundarhøli, viðtaluhøli, arbeiðsklivar og skjalasavn. Ætlanin er at innrætta bygningin til at hava umsiting við so fáum broytingum í innrætting, sum til ber, soleiðis at dámurin á húsunum kann verða varðveittur, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Eingin ávís upphædd er sett av til gomlu læknahúsini, men farið er í holt við at prosjektera ætlanina við húsunum. Tá ið hetta arbeiðið er liðugt, er m.a. ein kostnaðarmeting kend, sum við øðrum verður brúkt sum grundarlag undir uppskoti til verklagslóg til hesa umbygging.
– Ætlanin er at leggja uppskot til verklagslóg fyri Løgtingið í heyst. Í uppskotinum til verklagslóg kemur ein upphædd at standa, ið ætlandi verður at brúka til Gulu húsini, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald