Mentan

Umstríddur heimildarfilmur átti ikki at verið vístur

Tíðindastjórin hjá DR ásannar, at tað ikki var rætt at vísa heimildarfilmin "Grønlands hvide guld". Filmurin er á skránni hjá Kringvarpinum í kvøld

2025-02-17 17:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Umstríddi DR-heimildarfilmurin “Grønlands hvide guld” átti ikki at verið vístur í sínum núverandi skapi.

Tað segði Thomas Falbe, sum er ovasti redaktørur hjá DR Nyheder, á einum innanhýsis starvsfólkafundi í dag.

Berlingske Tidende skrivar, at blaðið hevur hoyrt útsøgnina á eini ljóðupptøku frá fundinum, og hevur eisini fingið útsøgnina váttaða frá fleiri keldum, sum vóru við á fundinum.

Á fundinum gav Thomas Falbe eisini fundarluttakarunum eina umbering, samstundis sum hann hevur tikið á seg ábyrgdina av, at filmurin varð vístur.

- Í síðsta enda er tað mín avgerð at vísa filmin. Eg má siga, at tað skuldu vit ikki havt gjørt. Tað var og tíðliga, segði hann á fundinum, sambært Berlingske.

“Grønlands hvide guld” varð leysgivin 9. januar, og hevur skapt ógvusligt kjak síðan tá.

Hetta tí, at í filminum rokna tey seg fram til, at danska samfelagið við útvinningini av kryolit hevur ríkað seg við eini upphædd, sum í nútíðarkrónum svarar til 400 milliardir.

Hetta mitt i einum valstríðið til landstingið, Inatsisartut, har sjálvstýrisspurningurin er høvuðsmálið.

Eftir at filmurin var vístur, hava fleiri danskir búskaparfrøðingar víst á, at tølini ikki eru røtt, og hava funnist at Danmarks Radio fyri at koma við misvísandi tølum.

Hóast fleiri serfrøðingar hava víst á, at tølini í filminum eru misvísandi, og tíðindaleiðarin í DR nú eisini ásannar, at filmurin ikki átti at verið vístur, so hevur Kringvarp Føroya gjørt av at seta hann á sjónvarpsskránna í kvøld.

Filmurin verður vístur í kvøld aftan á ítróttasendingina 3-2.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder