Innanlands

Umvæling av Teistanum hevur fleiri broytingar á siglingina í dag

Broytingar eru á farleiðunum Gomlurætt-Skopun og Tórshavn-Nólsoy, meðan fráferðirnar millum Sandoy og Skúvoy í kvøld eru avlýstar

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2019-05-02 13:54 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í samband við umvæling av aðrari skrúvuni á Teistanum eru fleiri broytingar á farleiðunum í dag.

Ternan røkir siglingina millum Skopun og Gomlurætt í kvøld. Seinasta fráferð við Teistanum er kl. 17:20 av Gomlurætt, og restina av kvøldinum siglir Ternan. Ternan siglir frá Skopun kl. 18:35, av Gomlurætt kl. 20:00, av Skopun kl. 20:40 og av Gomlurætt klokkan 21:20. Seinasti túrurin er avlýstur.

Av tí at Ternan fer á leið 60, siglir Sildberin millum Tórshavn og Nólsoy frá í kvøld klokkan 18:00. Sildberin siglir av Havnini kl. 18:00, úr Nólsoy kl. 18:30, av Havnini aftur kl. 21:00 og úr Nólsoy aftur kl. 21:30. Seinasti túrur er sostatt framskundaður ein tíma.

Meðan Sildberin røkir leiðina um Nólsoyarfjørð verða fráferðir á leið 90 millum Sandoy og Skúvoy avlýstar. Avlýstu fráferðirnar eru tær klokkan 16:40, 17:10, 18:30 og 19:00.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder