2018-07-25 23:16
Lendingin á Slættanesi, sum fórst illa av brimi fyri nøkrum árum síðan, verður nú umvæld ella gjørd av nýggjum. Tað skrivar jn.fo.
Vága kommuna, sum eigur lendingina, hevur fingið Erik Hølk Hansen út Bø at standa fyri arbeiðinum. Við sær hevur hann sonin Árant Heinsen og fólk frá Slættanes haga hjálpa eisini til.
Formarnir vórðu tiknir frá í gjár, og arbeiðið verður gjørt liðugt miðskeiðis í august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald