Beint undan seinasta vikuskifti varð undantøkustøða lýst í statinum Louisiana, ið fór at verða rakt av tropisku ódnini Barry. Fyrireikingarnar vóru góðar, og eftir umstøðunum spældi tað væl av, hóast vatnflóðir m.a raktu.
Nú er tað hitin, ið gevur trupulleikar í fleiri støðum í USA. Í New York hevur borgarstjórin Bill de Blasio lýst undantøkustøðu í vikuskiftinum. Hann sigur, at ógvusligi hitin og nógva luftvætan kann hava millum annað hitaslag við sær, og borgarstjórin gevur boð um, at byggningar skulu spara uppá elnýstluna, so at teir sleppa undan streymsliti.
CNN skrivar, at fleri enn 70 milliónir fólk í USA búgva í økjum, har hitaáviringar eru í løtuni. Í fleiri av statunum mitt í langinum fer hitin at nærkast 40 hitastigum. Minst heltvin av amerikanarum fara at hava minst 35 hitastig. Tað fer eisini í fleiri støðum at vera sera heitt um náttina; kemur neyvan undir í 25 hitastig og met verða sett hesum viðvíkjandi.
Í størsta býnum í Arizona, Phoenix, vórðu 46 hitastig máld týsdagin - beint undir metið hjá statinum frá 1925. Staturin stríðist eisini við skógareldar. Í løtuni eru yvir 7.000 hektarar brendir niður.
Í St. Louis hava nógv hava trupulleikar orsakað av hitanum seinastu vikurnar, og í tí norðasta statinum, Alaska, har tann norðari parturin liggur í Arktis, var hitin 32,2 stig fyrr í mánaðinum. Hetta var í størsta býnum, Anchorage. Tað er tað hægsta, ið er skrásett nakrantíð. Í Alaska verður eisini sett met í løtuni, tá tað kemur til skógareldar.
Kelda: DR
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald