Uttanlands

Undantaksstøða lýst í Spania

Umfatandi brek á elveitingini í Spania og Portugal ger, at spanski innanríkisráðharrin hevur lýst untantaksstøðu. Fráboðanir eru um, at streymurin er afturkomin í parti av Madrid

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-04-28 20:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Spanski innanríkisráðharrin, Fernando Grande-Marlaska, hevur lýst undantaksstøðu fyri landið eftir stóra steymslitið í bæði Spania og Portugal í dag.

Undantaksstøða verður sett í verk í teimum sponsku økjunum, sum ynskja tað.

Higartil hava Madrid, Andalausien og Extremadura biðið um tað, upplýsir innanríkisráðið sambært Reuters.

Enn er ógreitt júst hvør orsøkin er til stóra streymslitið sum hevur rakt stórar partar av Spania og Portugal ufmramt partar av Fraklandi.

Reuters visti fyri løtu síðan at siga, at streymurin er afturkomin í parti av spanska høvuðsstaðnum Madrid.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder