Innanlands

Undirvísing í føroyskum sum annaðmál ikki eittans uppgáva hjá fólkaskúlanum

Hetta staðfestir Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags í samrøðu við Skúlablaðið.At tilflytarar læra at tosa føroyskt og um føroyska mentan er ein samfelagsuppgáva

- Alt gott um stigið, sum Tórshavnar kvøld- og ungdómsskúli hevur tikið við at fara undir móttøkuflokk, men móttøkuflokkur eigur at vera í einum vanligum skúlaumhvørvi, soleiðis at næmingarnir eru millum sínar egnu skúlafelagar allan dagin (Mynd: Ólavur Frederiksen)

- Alt gott um stigið, sum Tórshavnar kvøld- og ungdómsskúli hevur tikið við at fara undir móttøkuflokk, men móttøkuflokkur eigur at vera í einum vanligum skúlaumhvørvi, soleiðis at næmingarnir eru millum sínar egnu skúlafelagar allan dagin (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2023-04-18 20:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er bara helmingurin av umsóknunum um tímar til undirvísing í føroyskum sum annaðmál, ið fær játtandi svar frá Undirvísingarstýrinum. Hetta kemur ikki óvart á Jacob Eli S. Olsen. Hann heldur, at undirvísing í føroyskum sum annaðmál ikki eittans er uppgávan hjá fólkaskúlanum at fíggja. Tað ger formaðurin í Føroya Lærarafelag greitt í viðmerkingum til Skúlablaðið:

- Tá ið tað at taka ímóti tilflytarum í stóran mun snýr seg um at læra tey mál og mentan fyri at verða intergrerað í samfelagið, eigur peningur at verða játtaður serstakt til tað sambært intergratiónslógini og ikki at verða tikið av játtanini til fólkaskúlan, sum frammanundan er ov lítil. Hetta er ein samfelagsuppgáva, so hví skal fólkaskúlin rinda fyri tað frá sínum vanliga virksemi (...)

Undanfarni landsstýrismaðurin við skúlamálum hevur fleiri ferðir sagt, at hann fekk løgtingið at játta hesum økinum væl meiri av pengum. Tað er rætt, at landsstýrismaðurin játtaði pengar til hetta økið, sigur formaðurin í Lærarafelagnum, men als ikki í tann mun, tað kostar.

- Hetta er ein nýggja og serlig uppgáva, og hon eigur at fáa pengar fyri seg. Tá økið fær ov lítið av pengum, royna skúlarnir hvør í sínum lagi at fáa tað at bera til, og tað gongur út yvir annað virksemi, sum eisini er umráðandi og alneyðugt.

Higartil eru tveir sonevndir móttøkuflokkar komnir - annar teirra í Runavíkar kommunuskúla og hin í Tórshavnar kvøld- og ungdómsskúla. Jacob Eli S. Olsen fegnast um hetta men harmast um at áhugin at seta fleiri á stovn ikki er størri. Eisini heldur hann, at slíkir burdi verið í samband við fólkaskúlan.

- Alt gott um stigið, sum Tórshavnar kvøld- og ungdómsskúli hevur tikið við at fara undir móttøkuflokk, men móttøkuflokkur eigur at vera í einum vanligum skúlaumhvørvi, soleiðis at næmingarnir eru millum sínar egnu skúlafelagar allan dagin. Tað hevði verið upplagt, at onkur av fólkaskúlunum í Havn tók hetta á seg, tí her eru so nógvir næmingar, sum tørvar tað. Hetta er ein uppgáva, sum eigur at  liggja í einum fólkaskúla, sigur Jákup Eli Olsen at enda við skulabladid.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder