Innanlands

Ung í arbeiði í Sunda kommunu byrjar 26. juni

Nú er møguleiki hjá teimum, sum ganga í 8. og 9. flokki, at tekna seg til at arbeiða í vikunum 26 og 27

Tað er javnan útiarbeiði sum til dømis at fríðka um, ið tað snýr seg um. Arbeiðistíðin er 40 tímar um vikuna í tvær vikur (Mynd: sunda.fo)

Tað er javnan útiarbeiði sum til dømis at fríðka um, ið tað snýr seg um. Arbeiðistíðin er 40 tímar um vikuna í tvær vikur (Mynd: sunda.fo)

2023-05-31 14:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum vant geva fleiri kommunur kring landið fólkaskúlanæmingum at arbeiða hjá kommunu sínari í eitt tíðarskeið um summarið.

Sunda kommuna er ein av hesum kommununum, og í gjár skrivaði sunda.fo, at tað nú ber til at tekna seg til ung í arbeiði 2023.

Í ár verður arbeitt vikurnar 26 og 27. Tað vil siga frá mánadegnum 26. juni til og við fríggjadagin 7. juli. Arbeiðstíðin er frá klokkan 08 til 16 og fimm dagar um vikuna.

- Ung í arbeiði er eitt tilboð fyri ung í kommununi, sum skúlaárið 2022/2023 ganga í ávikavist 8. og 9. flokki.

Tilmelding fer fram sunda.fo/ungiarbeidi. Freistin at melda til er hósdagin 15. juni, kunnar kommunan um.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder