Innanlands

Ung í Arbeiði í Vági frá 26. juni

Tey, ið eru millum 14 og 17 ár, hava møguleikan at arbeiða í tvær vikur hjá Vágs kommunu

Talan er um arbeiði, sum er fýra tímar um dagin. Freistin at søkja er fríggjadagin 16. juni klokkan 15

Talan er um arbeiði, sum er fýra tímar um dagin. Freistin at søkja er fríggjadagin 16. juni klokkan 15

2023-06-07 18:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Aftur í ár møguligt hjá ungum ár at vinna sær nakrar krónur, sum ung í arbeiði hjá Vágs Kommunu.

Kommunan skrivar á heimasíðu sínari, at talan er um arbeiðið, ið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi og kann m.a. fevna um fríðka, lúka, mála, upprudding, viðlíkahald av gøtum og vegum og so framvegis.

Tað eru nøkur aldurskrøv knýtt at hesum: Umsøkjarin skal vera fyltur 14 ár, áðrenn 26. juni, men má ikki verða fyltur 17 ár áðrenn 7. juli.

Tey ungu verða sett eftir vanligum setanartreytum og lønt eftir sáttmálaavtalaðu tímalønini hjá Føroya Arbeiðarafelag, skrivar vagur. fo.

Byrjað verður mánadagin 26. juni. 2022 og arbeitt verður í 2 vikur. Talan er um fýra  tímar um dagin. Freistin at søkja er fríggjadagin 16. juni kl 15.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder