Innanlands

Ung í arbeiði kunnu nú arbeiða alt árið

Í morgin verður ein nýggjur starvsportalur við fjølbroyttum størvum at søkja sjósettur

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2019-05-14 15:25 Author image
Ari av Rana
placeholder

Átakið, Ung í arbeiði (UÍA), er í støðugari menning. Frá at vera eitt arbeiði, har ungir borgarar gerast partur av kommunalu arbeiðsorkuni í tvær vikur av summarfrítíðini, verður Ung í arbeiði átakið nú ment enn meira. Í morgin 15 mai. verður ein nýggjur starvsportalur við fjølbroyttum størvum at søkja sjósettur.

Nýggi starvsportalurin ger tað møguligt hjá ungum at finna sær viðkomandi starv í ávísum tíðarskeiðum alt árið. 140 tímar eru knýttir at hvørjum starvi, og avgerð arbeiðsgevarin, saman við tí unga, nær og hvussu tímarnir skulu skipast. Durita Samuelsen, verkætlanarsamskipari, greiðir frá, at hendan skipanin fer at gera tað lættari hjá teimum ungu, sum hava trupult við at finna eitt starv, at koma í arbeiði. Fyri arbeiðsgevaran er hetta eisini ein betri loysn, tí arbeiðið verður skipað eftir tørvi og orku á arbeiðsplássinum. Tað fer uttan iva at gera upplivingina hjá báðum pørtum betri, sigur Durita Samuelsen sambært heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu.

Góðar royndir á privata arbeiðsmarknaðinum

Síðsta summar var royndarkoyrt við einum nýggjum leisti, har tey ungu fyrst skuldu søkja um at koma við í Ung í arbeiði og síðani koma til eina samrøðu, áðrenn tey fingu arbeiðspláss. Betrast skuldi um samsvar millum áhugamál og førleikar hjá tí unga og tær uppgávurnar, sum hvørt arbeiðspláss hevur. Í mun til undanfarnu ár, har tað einans hava verið kommunal arbeiðspláss, vóru  fleiri privat arbeiðspláss við í Ung í arbeiði verkætlanini í fjør, og hetta eydnaðist sera væl.

Frimodt Rasmussen, stjóri á KSS, var ein av teimum, sum síðsta summar hevði Ung í arbeiði. Hann sigur, at teir hava sera góðar royndir við at hava Ung í arbeiði, tí tað vísir seg, at um upplivingin hjá teimum hevur verið góð, so koma tey aftur, tá søkjast skal um lærupláss ella annað arbeiði. Frimodt leggur afturat, at teir síggja stórt virði í teimum ungu, sum fyrst og fremt læra nakað av teimum royndu, men hann dylir ikki fyri, at arbeiðsplássið avgjørt eisini lærir av teimum ungu.

UÍA gott samstarv við arbeiðsmarknaðin

Høvuðsendamálið við UÍA er framvegis, at øll skulu fáa eitt hóskandi starv, tá hesi eru tøk. Tí heldur umsóknar- og setanartilgongdin fram soleiðis, at tey ungu fáa møguleika fyri at verða tikin við uppá ráð, samstundis sum tey fáa innlit í, hvussu setanartilgongdir kunnu vera á arbeiðsmarknaðinum.

Durita Samuelsen eggjar øllum foreldrum at stuðla teirra ungu børnum, sum ynskja at gerast ein virkin partur av arbeiðsmarknaðinum, men vísir eisini á, at tað hevur týdning at ábyrgdin, sum er knýtt at tilgongdini, tá søkt verður um starv, ikki verður tikin frá teimum.

Durita hevur arbeitt saman við fleiri fyritøkum í kommununi, umframt deildum og stovnum hjá kommununi og NBH, og tí vónar hon, at fleiri størv verða tøk at søkja komandi árið. So hvørt sum størv eru leys at søkja, verða tey løgd inn á arbeiðstorgið hjá UÍA á nýggju heimasíðuni. Øll 15 og 16 ára gomul í kommununi kunnu søkja hesi størvini, og til ber eisini at fáa eitt óbindandi prát ella at kjatta við Duritu umvegis heimasíðuna.

Heimasíðan uia.fo verður almenn í morgin, 15. mai 2019.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder