Tað er ógvuliga avmarkað hvat ung í Danmark vita um Grønland og Føroyar, og eisini er felagsskapskenslan fyri Grønlandi og Føroyum ógvuliga lítil. Hinvegin vita ung í Grønlandi og Føroyar nakað um Danmark, men tó er vitanin avmarkað.
Hetta vísir ein frágreiðing, sum Dansk Ungdoms Fællesråd, DUF, almannakunnger í dag.
- Frágreiðingin setir sjóneykuna á viðkomandi trupulleikar og skeivleikar innan fyri ríkisfelagsskapin. Tí er okkara vón, at frágreiðingin fer at skapa kjak og gróðrarbotn fyri umhugsan. Tað eru bert við felags virðum so sum forvitni, javnvirði og opinleika, at við í framtíðini kunnu knýta tættari bond og størri fatan millum ung í ríkisfelagsskapinum, sigur Christine Ravn Lund, forkvinna í DUF.
Serliga tey ungu í Danmark hava lítið í felag við ung í Føroyum og Grønlandi. Heili 71 prosent av donskum ungum halda seg onki ella líti hava í felag við ung í Grønlandi, og 66 prosent halda seg ikki hava nakað í felag við ung í Føroyum.
Ung í Føroyum kenna ein munandi hægri felagsskap við ung í Danmark og Grønlandi, meðan ung í Grønlandi als ikki halda seg hava nakað í felag við ung í Føroyum.
Frágreiðingin hjá DUF verður løgd fram á einum tiltaki á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn seinnapartin í dag.
Tøl út kanningini
- 15 % af donskum ungum siga, at tey onga vitan hava um Føroyar, meðan hetta er galdandi fyri 32 % av ungum í Grønlandi. Til sammetingar siga 0 % av ungum í Føroyum og 7 % av ungum í Grønlandi, at tey onga vitan hava um Danmark.
- Ung í Grønlandi (49 %) og í Føroyum (41 %) kenna í onkran ella størri mun ein felagsskap við ung í Danmark, meðan ung í Danmark ikki uppliva sama felagsskap (ávikavist 21 % kenna ein felagsskap við Grønland og 24 % við Føroyar).
- Meirilutin av teimum ungu tvørtur um ríkisfelagsskapin ynskja at styrkja samstarvið (52 % av teimum ungu í Danmark, 51 % í Føroyum og 52 % í Grønlandi svara millum 6 og 10 á einum skala frá 1 til 10, har 5 er, at varðveita støðuna, sum hon er í dag, meðan 1-4 er niðurlaging og 6-10 er ynski um at styrkja samstarvið millum londini)
- Verður parturin tikin við, sum vil varðveita samstarvið, sum tað er í dag, so er talan um góð 70 % av donskum ungum og knapt 65 % av teimum ungu í Føroyum og Grønlandi.
Sjómaq-verkætlanin hevur gjørt kanningina í samstarvi við Epinion. Helst er hetta fyrstu ferð, at ung verða spurd somu spurningar samstundis um viðurskifti, sum viðvíkja ríkisfelagsskapinum.
Endamálið við Sjómaq verkætlanini er at styrkja bondini og kunnleikan millum londini í ríkisfelagsskapinum. Dansk Ungdoms Fællesrád hevur staðið fyri verkætlanini í samstarvi við AFS og MFS íFøroyum og SORLAK og AFS í Grønlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald