Persónar, sum eru føddir í ár 2007 ella seinni sleppa ikki longur at keypa tubakk á Maldivunum.
Talan er um eitt sonevnt ættarliðsforboð, sum kom í gildi 1. november, upplýsir heilsumálaráðið í oyggjalandinum í tíðindaskrivi, sum Ritzau endurgevur.
Heilsumálaráðið lýsir forboðið sum eitt søguligt stig í arbeiðnum hjá landinum at verja fólkaheilsuna og fáa eitt tubakksfrítt ættarlið.
Forboðið merkir, at persónar, føddir í 2007 ella seinni hvørki kunnu keypa ella nýta nakað slag av tubakki. Hetta er galdandi fyri bæði íbúgvar í landinum og ferðafólk.
Umframt hetta eru e-sigarettir eisini bannaðar á Maldivunum, og hetta er galdandi fyri øll uttan mun til aldur.
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald