Innanlands

Ung við sálarligum avbjóðingum á breddan

Í døgunum 27. og 28. januar hevur Útnorðurráðið sína árligu evnisráðstevnu

2026-01-25 13:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í døgunum 27. og 28. januar hevur Útnorðurráðið sína árligu evnisráðstevnu, hesa ferð í Tórshavn.

Evnið á ráðstevnuni er “Bjartari vón fyri vælferð hjá ungum í útnorðri” við serligum denti á ung við sálarligum avbjóðingum.

Á ráðstevnuni fara ungfólk og vísindafólk úr Íslandi, Grønlandi og Føroyum at hava framløgur og kjak um avbjóðingar, ið ung í útnorðri stríðast við, undir hesum sálarlig heilsa, sjálvmorð millum ung og rúsevnamisnýtsla.

At umrøða evnið koma - umframt sendinevndir Útnorðurráðsins í Altinginum, Inatsisartut og Løgtinginum – tingfólk, vísindafólk og gestir úr øllum londunum í útnorðri umframt Danmark, Noregi og Finnlandi.

Løgtingið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder