Innanlands

Ungdómspolitikarar siga Tjóðveldi bera rong tíðindi

Rættað: Barbara Gaardlykke Apol og Anna Falkenberg, siga vallýsing frá Unga Tjóðveldi bera fake news

Barbara Gaardlykke Apol úr Javnaðarflokkinum og Anna Falkenberg úr Sambandsflokkinum

Barbara Gaardlykke Apol úr Javnaðarflokkinum og Anna Falkenberg úr Sambandsflokkinum

2019-06-04 07:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein vallýsingin frá Tjóðveldi hevur fingið tvey av ungu valevnunum hjá Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum at tala at. Tær báðar, Barbara Gaardlykke Apol og Anna Falkenberg, sendu í gjár eina felags áheitan út til ungar veljarar um at ”ansa eftir fake-news í valstríðnum”.

Áheitanin kann lesast her: Góðu fyrstagangsveljarar: Ansið eftir fake-news í valstríðnum 

- Tað tykist at vera greiður samanhangur millum dagar til valið og minkandi sakligheit, skriva tær báðar, og sipa til vallýsing hjá Unga Tjóðveldi, við áheitan á tjóðveldisveljarar við útgangsstøði í vitjanini hjá danska forsætisráðharranum, og grundlógarheilsanina til føroyskan ungdóm frá formansskapinum á Fólkatingi.

Sambært Barbaru Gaardlykka Apol, sum stillar upp til fólkatingsvalið fyri Javnaðarflokkin og Onnu Falkenberg, sum stillar upp til komandi løgtingsval, ber Tjóðveldi fram fake-news í filmsbrotinum. Sum skilst er tað ungdómsvalevni hjá Unga Tjóðveldi, Hervør Pálsdóttir, sum hevur latið lýsingina gera, men hon er eisini deild á eitt nú Facebook-vanganum hjá flokkinum eisini.

Tað, sum tær serliga havast at í filminum er hesin boðskapurin: “Tú kanst velja millum ein av sambandsflokkunum, sum vilja at Lars Løkke og Pia Kjærsgaard skulu bestemma í Føroyum - ella tú kanst velja Tjóðveldi”.

- Orsøkin til at vit báðar, sum annars eru ósamdar á nógvum økjum, nú seta okkum saman, er, at vit eru troyttar av mongu villeiðingunum, sum flokkarnir sjálvir bera fram so tætt undan valinum. Eitt sterkt fólkaræði byggir á upplýsing – ikki ósannindi. Í hesum “fake news”-tíðum, er tað meiri umráðandi enn nakrantíð, at politiskir flokkar og valevni, ikki venda sannleikan á ranguna ella snara veruleikan til nakað, hann ikki er – sjálvt um tað er valstríð, skriva tær báðar millum annað.

Hervør Pálsdóttir, valevni hjá Tjóðveldi hevur nú svarað ábreiðslunum aftur:
Les: Samríkjaflokkar og fake news 

--

GEVIÐ GÆTUR: Tá vit bóru hesi tíðindini fyrr í morgun sipaðu vit til ein lýsingafilm við Høgna Hoydal. Hetta var ikki rætt. Tað var ikki lýsingina hjá floksformanninum, sum ungdómspolitikararnir sipaðu til, men lýsingina frá Unga Tjóðveldi. Portalurin biður um umbering fyri misskiljingina.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder