Innanlands

Ungdómur ballaðist í Sandagerði í nátt

Síðsti skúladagur var hjá 9. flokkunum í gjár – løgreglan var ikki fyrireikað, men tað vóru samarittarnir

Samarittarnir tóku sjálvir stig til at vera til staðar í Sandagerði (Modellmynd: Reyði Krossur)

Samarittarnir tóku sjálvir stig til at vera til staðar í Sandagerði (Modellmynd: Reyði Krossur)

2025-05-20 09:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan fekk í gjárkvøldið nakrar fráboðanir frá fólkum í Havn, sum kendu seg órógvað eitt mánakvøld av hørðum tónleiki og gangi frá ungdómum á gøtuni.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini ásannar, at tey ikki vóru fyrireikað upp á eina nýggja siðvenju, sum fór fram í gjárkvøldið. Nevniliga stóra veitslukvøldið, tá 9. flokkarnir hava síðsta skúladag.

- Vit sakna at fáa eina fráboðan um hetta, viðgongur vaktleiðarin hjá politinum, sum samstundis ber fram eina tøkk og rós til samarittarnar hjá Reyða Krossi.

Takin er tann, at 9. flokkarnir ikki hava møguleika at leiga nakað høli at halda veitslu í sambandi við síðsta skúladag. Orsaka av hesum plaga tey at savnast í Sandagerði.

Vanliga koma næmingarnir saman tíðliga á kvøldinum á skúlanum og siðan heima hjá onkrum. Fyri síðan at leita úr øllum heraðshornum út í Sandagerð. Seinastu árini eru skúlaungdómar eisini komnir av bygd fyri at vera við í hesum veitsluhaldi.

Sigast má, at ungu skúlanæmingarnir høvdu veðrið við sær í gjárkvøldið.

Løgreglan – sum ikki var fyrireikað til at so nógv fólk savnaðust eitt vanligt mánakvøld/týsnátt hevur í hesum sambandi eina serliga heilsan til samarittarnar.

- Samarittarnir høvdu sjálvir tikið stig til at møta upp í Sandagerði í sambandi við hesa hending. Tey boðaðu okkum um 01-tíðina í nátt frá, at tey vóru til staðar. Klokkan 03.55 ringdu tey aftur til okakra og boðaðu frá, at tey nú fóru til hús, og at tað bert vóru nøkur fá fólk eftir í Sandagerði.

- Onkuntíð hava vit hjá løgregluni havt nógv at gera við fullum ungfólki á hesum kvøldum. Í gjárkvøldið gekk alt friðarligt fyri seg, tíbetur. Vit vórðu ikki blandað upp í nakra sak hesaferð. Og tað skulu samarittarnir eisini hava eina tøkk fyri, sigur vakthavandi á løgreglustøðini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder