2019-06-22 08:48
Klokkan hálvguntólv í dag verður matiné í Havnar kirkju við fýra ungum tónleikarum, ið eftir summarfrítíðína fara undir hægri tónleikalestur í Bergen, Oslo og í Keypmannahavn.
Tey hava øll verið næmingar á Musikkskúlamiðnámi á Tórshavnar musikkskúla, ið gjørdist tónleikaliga lopfjøl teirra út í heim.
Tónleikararnir eru: Helena Joensen, klaver, Maria Knudsen, floyta, Andrias Blaasvær, violin og Fríði Slættalíð, gittar.
Tey fara millum annað at spæla verk eftir J. S. Bach, Rober Schumann og Bela Bartok.
Konsertin varir 45 minuttir og er ókeypis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald