Løgreglan var í Runavík og tosaði við fleiri ungar dreingir og foreldur teirra og ávaraðu tey um, at virksemi, sum hesir piltarnir hava havt í seinastuni við at blaka egg eftir bilum, má halda uppat.
Tað hevur í eina tíð verið trupulleiki av einum dreingjabólki á umleið 10 dreingir um 15 ára aldur, sum hava havt til frægd at blaka við eggum móti ferðsluni.
Løgreglan fann fram til dreingirnar í gjár. Eitt nú við at kanna vakmyndatól í handlunum í Saltangará, sum selja gerandisvørur. Tað er jú ikki vanligt, at so ungir dreingir keypa egg.
Dreingirnir og familjur teirra fingu í gjárkvøldið vitjan av løgreglufólkum , sum greiddi teimum frá, at sosialu myndugleikarnir nú eru fráboðaðir, og at um hetta virksemið heldur fram, so kann hetta fáa álvarsligar avleiðingar fyri teir.
Átaki fór fram í øllum góðum, og tað virkaði sum um, at dreingir og foreldur skiltu álvaran í ávaringunum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Eysturoyarportalurin skrivaði í gjár, at ungdómshúsið Gula Smiðjan hevur latið aftur fyribils, og at orsøkin skal vera trupulleikar av hesum somu ungu eggblakandi dreingjunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald