Tórshavnar kommuna skipar aftur í ár fyri tiltakinum Ungt Summar, ið er ætlað ungdómum í kommununi í aldrinum 13-15 ár, skrivar Tórshavnar kommuna.
Ungt Summar hevur til endamáls at skapa upplivingar, góðar felagsskapir og trivnað millum tey ungu í summarfrítíðini.
Eins og í fjør verða ymsar skapandi verkstovur hildnar í býnum í juli, har tað ber til hjá teimum ungu at menna síni skapandi evni við kønari vegleiðing frá einum verkstovuleiðara.
Talan verður um verkstovur, ið eru á leið tríggjar dagar til longdar, ið øll 13-15 ára gomul í kommununi kunnu melda seg til. Allar verkstovurnar eru ókeypis.
Í fjør vórðu verkstovur hildnar í millum annað e-sporti, heimasíðuskapan, livestroyming, sangskriving, seyming, smúkkugerð og tekning. Nakrar av hesum verkstovum vera aftur í ár, meðan nýggjar verkstovur eisini verða lagdar aftrat. Nærri kunning um tilmelding, verkstovur og tíðspunkt kemur seinni, skrivar kommunan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald