Innanlands

Ungt Virki: Menna tól sum linnar um skriða og hevilsi

Ungt virki er á Torginum í SMS í dag. Vinnarin verður kunngjørdur klokkan 17

Vøran hjá bólkinum Bags

Vøran hjá bólkinum Bags

2019-03-08 11:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ungt Virkið-kappingin er í dag á Torginum í SMS, har miðnámsskúlanæmingar fara at kappast um at vinna heitið ársins Unga Virki 2019.

Millum annað er ein bólkur frá miðnámi á Kambsdali við navninum BAGS, sum mennir eitt tól, sum minkar um skriða og hevilsi eftir at vera stungin av smákykti.

Bólkurin er settur saman av Absalon A. Jacobsen, Bjørt E. Nielsen, Gunnar E. Sivertsen og Signu S. Hansen.

- Við eini innreyðari (infrared) peru, sum hitast upp til 45-50 gradir, niðurbrýtur vøran proteinini, ið smákyktið hevur lagt eftir seg, og tekur síðani skriðan og hevilsi vekk eftir 7-10 min, siga tey fýra.

Tey siga seg hava fingið góða undirtøku frá fólki, ið eru serkøn á viðkomandi økjum.

Ungt Virki byrjaði á Torginum í SMS klokkan 10, og vinnarin verður kunngjørdur klokkan 17.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder