Í dag er FM í Ungum Virki á torginum í SMS. Ein av bólkunum, sum er við í kappingini, kallast Eydis. Næmingarnir ganga í Glasi og tey, ið manna bólkin eru Karstin vv Teiginum Jacobsen, Guðrun Kelduberg og Sverri Kelduberg.
Eydis ynskir at kunna føroyingar um ovurnýtslu í klædnaídnaðinum og hava ávirkan á, hvussu hin ungi føroyingurin hugsar um náttúruna. Tey meta, at ein náttúruvinarlig taska, ið kann nýtast uppá ymiskar mátar, er ein einføld byrjan til at minka um ovurnýtslu innan fyri taskur.
Taskan kann brúkast upp á ymsar mátar, við reim, sum ryggsekkur ella berast eins og eitt innkeypsnet. Dentur verður lagdur á, at einki burturkast er undir framleiðsluni, og starvsfólk verða lagt undir góð kor. Taskan minkar um ovurnýtslu, tí at hon er slitsterk, t.v.s. at hon kann brúkast leingi. Eisini av tí at hon kann brúkast uppá tríggjar ymiskar mátar.
Taskan er gjørd við framtíðarætlanum, um at skipa fyri tiltøkum og tílíkt, fyri at savna fólk við somu hugsjón um umhvørvið. Tey í Eydis hava brúkt nógva tíð og orku uppá hesa verkætlan. Tey hava harumframt lært nógv av hesum, og vænta at læra nógv afturat hesum.
Ungt Virki byrjaði á Torginum í SMS klokkan 10, og vinnarin verður kunngjørdur klokkan 17.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald