2021-03-26 20:37
Leygarkvøldið 27. mars, í annaðkvøld, fáa áhoyrarar aftur møguleika at hoyra tónleik í Spaniastovu.
Fyrstir á pall eftir longri steðg er Uni Debess Duo. Tvær tónleikarar, sum hava drúgvar royndir saman á palli har teirra lætta tónleikaliga lyndi innan blues er eyðkent. Uni Debess við sínum frálíka sangi og gitarspæli. Edvard N.Debess við sínum frálíka basspæli og aðru stemmu.
Dyrnar lata upp kl 20.30.
Vit fegnast um at koronatilmælini er tillagað, samstundis verður heitt á áhoyrarar um at taka neyðug atlit áðrenn, undir og aftaná konsertina.
Spaniastova
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald